placeholder
Uttanlands

Greta Thunberg fingið fart aftur til Evropa

Í morgun siglir hon úr Virginia umborð á katamaraninum "La Vagabonde", so hon kann sleppa við á COP25-veðurlagstoppfundin í Madrid

Mynd: Twitter

Mynd: Twitter

2019-11-13 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august sigldi svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg til New York at luttaka á ST-aðalfundi. Síðan tá hevur hon verið stødd í Amerika, har tað var ætlanin, at hon skuldi verða verandi, til hon skuldi á veðurlagstoppfund í Suðuramerika í desember.

Upprunaliga var tað Brasil, sum skuldi vera vertur fyri COP25-veðurlagstoppfundinum hjá ST, men brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, avlýsti. Síðani var ætlanin, at fundurin skuldi vera í Costa Rica, men av fíggjarligum orsøkum bar hetta ikki til, og síðani fekk Kili vertskapin, men orsakað av harðligu mótmælisgongunum í landinum, bar heldur ikki til at hava fundin har.

Tá spanski høvuðsstaðurin, Madrid síðani bjóðaði seg fram at hava fundin, sum skuldi vera 2. til 13. desember, fekk 16 ára gamla Greta Thunberg ein trupulleika. Hon skuldi finna sær fart yvirum Atlantashavið sum skjótast. 

Greta Thunberg, ið ikki ynskti at flúgva orsakað av CO2-útlátinum hjá flogførunum, hevur nú funnið fart aftur til Evropa. Hesum boðar hon frá á sosialu miðlunum.

Greta Thunberg og pápi hennara, Svante, hava fingið bjóðað fart úr Virginia á 14 metrar langa katamaraninum "La Vagabonde", og ferðin byrjar í morgun lokala tíð.

Tey, ið hava bjóðað Gretu Thunberg fart til Evropa eru kendu avstralsku YouTube-stjørnurnar Riley Whitelum og Elayna Carausu. Á YouTube-rásini "Sailing la Vagabonde" hevur parið fleiri enn 1 mió. fylgjarar, og sambært DR ber eisini til at síggja upptøkur frá ferðini har.

Fólkini umborð á "La Vagabonde" fáa eisini hjálp frá bretsku sjókvinnuni Nikki Henderson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder