Mentan

Disney Plus 10 milliónir haldarar upp á tveir dagar

Ætlanin er at hava millum 60 og 90 mió. haldarar áðrenn 2024. Enn er nýggja stroymingartænastan ikki tøk í Norðurlondum, men næsta ár kemur hon til fleiri evropeisk lond.

Bob Iger, fyrisitingarstjóri hjá Disney saman við maskottinum, Mickey Mouse (Mynd: EPA)

Bob Iger, fyrisitingarstjóri hjá Disney saman við maskottinum, Mickey Mouse (Mynd: EPA)

2019-11-14 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan nýggja stroymingartænastan hjá Disney gjørdist tøk fyri tveimum døgum síðani, hava 10 milliónir fólk longu teknað sær hald.

Nýggja tænastan Disney Plus skal kappast við m.a. Netflix, HBO og nýggja stroymingartænastuna hjá Apple, Apple TV+, og fyristingarstjórin hjá Disney, Bob Iger, hevur góðar vónir.

Sambært Politiken greiðir Bob Iger frá, at ætlanin er at hava millum 60 og 90 mió. haldarar áðrenn 2024.

Í løtuni finnast uml. 500 filmar (harav fleiri Disney-teknifilmar, Marvel-filmar og Star Wars-filmar) og 7.500 sjónvarpspartar av m.a. The Simpsons.

[object Object]Búmerkið hjá Disney Plus (Mynd: EPA)

Hóast Disney Plus í løtuni hevur fleiri enn 10 mió. haldarar, er ógreitt, hvussu nógv av teimum bert hava nýtt møguleikan at tekna sær ókeypis royndarhald í 7 dagar ella hava fingið hald umvegis onnur tilboð. Disney Plus hevur nevniliga gjørt samstarvsavtalur við fleiri fyritøkur fyri at gera tað møguligt hjá teimum at bjóða sínum kundum ókeypis hald til tænastuna.

Disney Plus gjørdist tøk í USA, Kanada og Hollandi 12. november. 19. november verður tænastan tøk í Avstralia, Nýsælandi og Puerto Rico.

Enn er ikki greitt, nær vit í Norðurlondum fáa atgongd til tænastuna, men tænastan verður tøk í fleiri evropeiskum londum (m.a. í Onglandi, Týsklandi, Italia, og Spania) 31. mars 2020.

Sambært Disney, er endamálið, at tænastan skal vera tøk í einum stórum parti av heiminum innan tvey ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder