Innanlands

Moldgoymslan er ikki til vanligt burturkast

Í vikuni hevur vanligt burturkast verið at funnið í moldgoymsluni norðanfyri Porkerisháls, og tí vil Vágs kommuna minna fólk á, at moldgoymslan bert er til mold

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-11-14 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs kommuna hevur samstarv við Porkeris kommunu um moldgoymslu, sum er við landsvegin norðanfyri Porkerisháls, har mold og nýsligið gras kann latast inn og verður síðani tyrvt.

Í vikuni hevur mann tó funnið annað burturkast í moldgoymsluni.

Í hesum sambandi ger Vágs kommuna á heimasíðu sínari vart við, at moldgoymslan bert er til mold og ikki til vanligt burturkast. Annað burturkast eigur at verða burturbeint á bingjuplássunum ella beinleiðis til IRF í Trøllavík, sigur kommunan.

[object Object]Mynd: Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder