Mentan

Ùtgávukonsertferð við Svein í Prestgarði og bólki

Svein spælir í Salt í Drelnesi í kvøld kl. 20 og í Marghøllini í Sørvági í annaðkvøld kl. 20

2019-11-16 14:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein av best umtóktu gospel- og countryrøddum okkara ”Svein í Prestgarði ” ferðast í november í Føroyum saman við sínum vælspælandi bólki, har tey bera fram inniligar country gospel sangir við ríkum boðskapi.

Svein er nýliga afturkomin til Føroyar úr USA , har hann í august mánað var í upptøkuhølunum. Úrslitið varð fløgan “Bønarhendur”, ið er tann triðja fløgan hjá Sveini.

Svein hevur ferðast nógv, viđ sínum tónleiki og boðskapi seinastu árini . Hann hevur vunnið mong hjørtu í Føroyum, Danmark, Noregi, Íslandi, USA og Grønlandi.

Um vikuskiftið til konsertirnar verða myndir vístar og sagt frá signingarríka túrinum í USA í sambandi við fløguupptøkuna, síðani verða flestu sangirnir á nýggju fløguni spældir saman við øðrum meira kendum løgum.

Møguleiki verður at ogna sær fløguna, og Svein signerar hana eisini til tey, ið hava hug.

Kl 20 Leygarkvøldið í Salt , Drelnes, Trongisvágur

Kl 20 Sunnukvøldið í Marghøllini í Sørvági

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder