placeholder
Uttanlands

Trump til London beint áðrenn bretska valið

Trump vitjar bretska høvuðsstaðin 2. - 4. desember í sambandi við Nato-toppfund

Donald Trump (Savnsmynd)

Donald Trump (Savnsmynd)

2019-11-16 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at vitja bretska høvuðsstaðin fáar dagar áðrenn bretska tjóðartingsvalið.

Sambært Ritzau verður Trump í Stórabretlandi í døgunum 2. til 4. desember í sambandi við Nato-toppfundin. Eisini er ætlanin, at hann skal til móttøku hjá Elizabeth drotning.

Tað er 12. desember, at bretar skulu á val. Í valstríðnum er tað serliga eitt evni, sum fyllir nógv: brexit.

Amerikanski forsetin sigur seg stuðla bretum í at fara úr ES, og á G7-toppfundinum í Fraklandi í summar lovaði hann bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, at bretar kundu fáa eina stóra handilsavtalu við USA aftaná brexit.

Trump hevur tó síðani sagt, at nýggja skilnaðaravtalan, sum Boris Johnson, hevur fingið í lag við ES forðar fyri einari slíkari handilsavtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder