Mentan

Gulldrongurin kemur aftur á Voxbotn

Tað verður stás fyri allar pengarnar, tá Gulddreng fer at framføra í Vágsbotni í summar

2019-11-16 23:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Danski poppkongurin, sum fjaldi seg handan heiti “Gulddreng” var eitt satt fyribrigdi. Ongin visti hvør maðurin handan gylta skortin var. Einasta sum var eyðsæð var, at her var talan um ein dugnaligan tónleikara, sum fekk ein størri og størri fjepparaskarða.

Figururin “Gulddreng” sá dagsins ljós í 2016, tá hann gav út fleiri stakløg. Tekstliga innihaldið var grunt, næstan sum um alt var skrivað sum eitt ironiskt aftursvar til tann lættikenda tónleikin, sum varð spældur í lurtunum. Alt tóktiskt vera skemt, og tað var tað eisini. Tó fekk gulldrongurin størri og størri undirtøku, og hann gjørdist fólkaogn. 

Gulddreng var serliga vælumtóktur á streaming síðum, so sum Spotify, har hann fekk heilar 80 mió stroymingar. Serliga vóru tað løgini “Model”, “Se mig nu” og “Hva´ så” sum gjørdu um seg á tónleikatindunum.

Men í februar 2018 tók hann gylta skortin av, og avdúkaði at maðurin handan Gulddreng er Malte Ebert. Malte gavst at framføra sum gulldrongur, og framførdi í staðin sum Malte.

Men nú kemur hann aftur. Malte hevur váttað at lata seg í alt stásið, og framføra øll Gulddreng hittini á Okkara Voxbotn 2020.

Tað verður satt gull, tá Okkara Voxbotn fer á rull. Frammanundan er longu greitt, at Dizzy Mizz Lizzy og I Am fara at rokka á Okkara Voxbotn 2020.

Gulddreng spældi eisini á Voxbotn í 2017.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder