Uttanlands

Mugu taka lán fyri at fáa líkini heim

Familjurnar hjá teimum 39 vietnamesisku ríkisborgaranum, sum vórðu funnir deyðir í einum lastbili í Onglandi, mugu sjálvar gjalda fyri at fáa líkini heim

Løgreglan á staðnum, har líkini vórðu funnin (Mynd: EPA)

Løgreglan á staðnum, har líkini vórðu funnin (Mynd: EPA)

2019-11-19 17:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri vietnamesiskar familjur noyðast at taka lán fyri at fáa ráð at fáa leivdirnar av teirra avvarandi heim aftur úr Stórabretlandi.

Hetta upplýsir vietnamesiska uttanríkismálaráðið og fleiri av familjunum sambært Ritzau.

Í oktober lótu tilsamans 39 vitnamesiskir ríkisborgarar lív í einum lastbili í Essex í Onglandi. Níggju teirra vóru tannáringar.

Vietnamesiska uttanríkismálaráðið hevur boðað frá, at tey eru til reiðar at hjálpa familjunum við at fáa leivdirnar av teimum heim. Tó skulu familjurnar sjálvar gjalda fyri hetta.

Prísurin fyri at fáa øskuna hjá einum persóni heim til Vietnam er beint undir 12000 krónur, meðan prísurin fyri at flyta eitt lík heim er uml. 19.300 krónur.

Les eisini: Vietnam: Átta fólk handtikin í máli um 39 lík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder