Innanlands

Ár nummar 80 við Sunnudagsblaðnum

Talan er um "blaðið, sum kemur í hvørt hús" aðruhvørja viku

Mynd: Trúboðin

Mynd: Trúboðin

2019-11-21 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í januar 1941 kom Sunnudagsblaðið út á fyrsta sinni, og harvið kann Sunnudagsblaðið eftir ársskiftið seta  á blaðhøvdið, at hetta er 80. árgangur, at blaðið kemur út. Hetta skrivar Trúboðin, sum á fyrsta sinni kom út tvey ár eftir Sunnudagsskúlablaðið. 

Danska "Søndagsbladet" var fyrimyndin. Tað kom út í Suðuroynni frá byrjanini av 20. øld og fram til 2. Heimsbardagi av álvara brast á. Í 1941 kom "“Sunnudagsblað” út á fyrsta sinni. Tað var Thulesen, sum tá var prestur í Vági, sum fekk tað út. Seinastu tveir blaðstjórarnir høvdu leingi ábyrgdina: Johannes Andreas Næs frá 1951 til 1978, og Karl N. Hansen tók yvir tá og saman við konu sínu Marnu, legði hann blaðið til rættis fram til í ár, tá hann andaðist. helr fram   

– Ætlanin við blaðnum er, at fólk skulu fáa eitt orð at hugsa um. Okkurt stutt, sum tey hava tíð at lesa, segði Karl Hansen við Trúboðan í 2000

Trúðboðin skrivar, at tey munnu vera fá, sum ikki hava havt Sunnudagsblaðið í hondini. Tað verður borið út í hvørt hús av sjálvbodnum aðruhvørja viku og kann eisini fáast á ymsum stovnum og almennum støðum.

Fíggjarliga verður blaðið borið av sjálvbodnum gávum frá kirkjum, missiónshúsum og einstaklingum. Alt arbeiðið við blaðnum verður gjørt ókeypis, og gávurnar fara til at framleiða blaðið og partvís til at bera blaðið út við postinum.

Seinastu árini hevur eisini borið til at lesa blaðið á netinum, og leitast kann eftir bløðum aftur til 2013.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder