placeholder
Innanlands

Sjoborg megnaði ikki at halda knattstøðuna - feilur undir bygging staðfestur

Arbeiði við at kanna óhappið í Norðsjónum 7. juni er nú liðugt

2019-11-21 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Reiðaríið Skansi Offshore hevur nú fingið staðfest hvat hendi, tá útgerðarskipið Sjoborg bar við boripallin Statfjord A í juni mánaða.

Tað var fríggjanáttina 7. juni kl. 01.50, at Sjoborg misti knattstøðu í sambandi við lasting og lossing við Statfjord A og bar við eina beinið- og lívbátastøðina á pallinum. Statfjord A var ikki í framleiðslu vegna viðlíkahaldsarbeiði.

Les eisini: Her rakti Sjoborg boripallin

Á pallinum vóru 276 fólk. 218 teirra vórðu orsaka av óhappinum flutt av Statfjord A. Ongin fekk skaða av hendingini, men ein dekkari umboð á Sjoborg varð raktur av eini lastaslangu tá reipið, ið slangan var fest í, slitnaði, boðar Skansi Offshore frá í tíðindaskrivi.

Sjoborg kláraði við egnari maskinorku at koma leys frá Statfjord A og sigla út um 500 metra sonuna.

[object Object]

Orkufelagið Equinor, sum eigur Statfjord A, gjørdi av at hendingin skuldi kannast, og 11. juni var ein kanningarbólkur settur at taka sær av arbeiðinum.

Kanningararbeiðið, ið nú er liðugt, hevur umfatað kanning umborð á Sjóborg, savning og gjøgnumgongd av viðkomandi tilfari, so sum myndir, samrøður, data, tekniskar kanningar og útrokningar.

Soleiðis stendur um úrslitið í tíðindaskrivi frá Skansa Offshore:

Kanningin staðfestur eingin frávik hjá reiðaríi ella manning. Beinleiðis orsøkin til óhappið var, at skipið misti knøttstøðu, og at Sjóborg arbeiddi í luv síðu.

Atvoldin, ið viðførdi miss av knøttstøðu, verður mett útfrá trimum atvoldarsambondum.

  1. Feilur og mangul í EL-luti og feilur á ritbúnaði í teknisku skipanini í høvuðstalvuni. Feilurin hevði við sær, at síðuskrúvurnar framman og høvuðsskrúvurnar aftan, ikki kláraðu at veita meiri enn 0-15 % av orkuni. Hetta viðførdi, at skipið ikki megnaði at halda knøttstøðuna.
  2. Skipanin við alarmum var ov ógreið til, at røtt avgerð kundi takast á brúnni og maskinrúminum.
    Ein ávísur “hættisligur alarmur” frá stýrisskipanini í høvuðstalvuni var ikki settur til alarmskipanina, og harvið fingu hvørki brúgv ella maskinrúm fráboðan um alarmin.
  1. Góðskan av sameiningini av teknisku skipanunum frá veitarunum var ikki nøktandi undir bygging.

Síðani levering av Sjoborg í 2012, hava tveir fjaldir manglar verið:

- Týdningarmikil alarmur frá stýrisskipan í høvuðstalvuni varð ikki settur til alarmskipanina.

-Týdningarmikil EL- lutur varð ikki settur til stýrisskipanina í høvuðstalvuni.

Fjaldir manglar vóru ikki funnir, hóast øll galdandi krøv og royndir í samband við skipabygging vóru fylgd og góðkend. Heldur ikki vóru hesir funnir í samband við leypandi árligum eftirliti og kanningum frá góðkendum 3. parti.

Tiltøk frá Skansi Offshore

- Gjølla kanning av høvuðstalvu

- Fjaldir feilir rættaðir

- Manglandi EL- komponentur settur til stýrisskipan í høvuðstalvu

- Royndarkoyring av allari alarmskipanini og stýrisskipan eftir galdandi krøvum

- Nýggjur ritbúnaður til síðuskrúvur fyri at tryggja at hesar kunnu geva 100% í eini líknandi støðu.

Sjoborg var í vinnu aftur 2. juli 2019.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder