placeholder
Uttanlands

Netanyahu ákærdur fyri mutur

Ríkisákærin boðar í dag frá, at ákæra nú verður reist móti virkandi stjórnarleiðaranum í Ísrael

Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2019-11-21 17:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virkandi ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er í dag ákærdur fyri mutur.

Tað er ríkisákærin í Ísrael, Acichai Mandelbild, sum hevur tikið stig til at ákæra landsins virkandi stjórnarleiðara. Sjálvur vísir Benjamin Netanyahu øllum skuldsetingunum aftur, skrivar Ritzau.

Hann verður ákærdur fyri mutur, álitisbrot og svik

Netanyahu, sum víst øllum skuldsetingunum, noyðist ikki at fara frá orsaka av boðunum frá ríkisákæranum.

Alt bendir á, at eitt triðja tjóðartingsval skal haldast í Ísrael innan fyri eitt ár, tí enn er ikki eydnast at skipa eina stjórn eftir valið, sum varð hildið í september mánaði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder