placeholder
Mentan

Sí KVF-dokumentarin: »Eg reið mær avstað« (2:2)

Ein søga um føroyingar og country

2019-11-21 19:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í seinna parti av stuttrøðini "Eg reið mær avstað", sum er ein søga um føroyingar og countrytónleik, fæst at vita, hvussu føroyskir sangarar og tónleikarar, við upptøkum sínum í Nashville, seinastu 30 árini, hava lagt lunnar undir ein nýggjan føroyskan countrysamleika.

Tann søgan byrjaði í 1989, tá Jákup Zachariassen einsamallur setti sjøtil á sítt umfatandi samstarv við sonevnda A-liðið í Nashville. Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum.

Vit fáa drúgva lýsing av hesum trimum høvuðsnøvnunum á føroyska countrypallinum. Vit síggja eisini mæta A-liðið í Nashville á minniligu ferð síni í Føroyum í 2009. Umframt høvuðspersónarnar sjálvar hitta vit eisini Óla Poulsen, Niclas Johannesen, Birgir Kruse og Petur Rouch í sendingini.

"Eg reið mær avstað" hevur nú í heyst verður sýndur sum biograffilmur bæði í Havnar Bio, Løkshøll í Runavík og í Salti í Suðuroy, men nú verður søgan send í sjónvarpinum í tveimum pørtum. 

Suni Merkistein hevur lagt til rættis, Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman og Finnur Hansen ljóðblandaði.

Síggj dokumentarin her

Fyrri parturin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder