Innanlands

Uttanríkispolitiska samstarvið skal styrkjast

Uttanríkisráðharrarnir Jenis av Rana og Jeppe Kofod fundaðust í Tinganesi í dag, men Jerusalem var ikki umrøtt

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-27 18:45 Author image
Ingi Samuelsen

Tíðindafólkini, sum vildu hava meira kjøt upp á søguna um ætlaðu føroysku sendistovuna í Jerusalem, fóru tómhent av tíðindafundinum við danska uttanríkisráðharranum í kvøld.

Jeppe Kofod, sum síðan í summar hevur verið danskur uttanríkisráðharri, er á vitjan í Føroyum í hesi vikuni. Í dag var fundurin millum ráðharrarnar og embætisfólk teirra í Tinganesi, og aftaná var tíðindafundur.

- Nei, føroyska umboðanin í Ísrael varð als ikki umrødd í dag, vit tosaðu als ikki um Miðeystur yvirhøvur, segði Jenis av Rana.

Sambært landsstýrismanninum er málið ikki klárt at leggja fyri donsku myndugleikarnar enn.

- Vit arbeiða við fíggingini í løtuni, og tá tað er klárt, fara vit at taka eina støðu til staðsetingina. Tá vit hava staðsetingina upp á pláss, fara vit at tosa við donsku uttanríkismyndugleikarnar, segði Jenis av Rana.

- Eg havi virðing fyri, at føroyingar ynskja umboðan í Miðeystri. Enn havi eg ikki hoyrt nakað alment um, hvat ætlanin hjá landsstýrinum er, og tí havi eg ongar viðmerkingar til kjakið um hvar umboðanin skal vera, segði Jeppe Kofod.

Vil styrkja samstarvið
Danski uttanríkisráðharrin vildi heldur tosa um góða prátið, sum hevði verið partarnar millum, har semja er um at styrkja um samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum í uttanríkispolitiskum høpi, og at hetta skal enda við at ríkisfelagsskapurin kemur greiðari fram í uttanríkispolitikkinum.

Enn er ikki nakað konkret sett á pappírið um hvussu hetta skal gerast, men sambært danska uttanríkisráðharranum er natúrligt at byrja við, at Føroyar og Grønland verða sterkari til staðar í teimum útflutningsfremjandi tiltøkunum, ið verða gjørd umvegis danska uttanríkisráðið.

Í hesum sambandi koma embætisfólk frá danska sokallaða Trade Council í uttanríkisráðnum til Føroya í næstum til tess at kunna seg nærri um føroysk viðurskifti og føroysk ynski á útflutningsøkinum.  

Trace Council er deild í uttanríkisráðnum, sum hjálpir privatum fyritøkum við við útflutningi. Fyrr varð henda deild kallað Eksportrådet.

placeholder
placeholder