27 ára gamla havnardaman Katrina Maria Christiansen ger aftur um seg. Hesaferð við kalendara fyri 2020, sum ber til at bíleggja á netinum.
Herfyri var hon hjá mynamanninum Mikkel Laumann og tók myndir til kalendaran, og nú ber til at bíleggja hann.
- Vit hava gjørt hann fyri at geva mínu mfylgjarum eina “jólagávu”, sigur Katrina Maria og leggur afturat at æltanin eisini er at gera plakatir og annað í framtíðini.
Á Instagram hevur hon næstan 70.000 fylgjarar, sum nærum hvønn dag fylgja við tí sum Katrina Maria hevur at siga um sítt lið, Manchester United.
Kalendarin verður bílagdur á einari heimasíðu, men føroyingar sum ætla sær hendan serstaka kalendaran frá Katrinu Mariu mugu í løtuni vera kreativir. Heimasíðan sendir ikki til Føroyar, og tí verður í arbeitt við eisini loysn, so føroyingar ikki vera snýttir fyri hesa jólagávu við 18 nýggjum myndum av Katrinu Mariu Christiansen.
Les eisini: Úr United-troyggjuni
Les eisini: Fingið nógvar ónærisligar myndir sendandi frá føroyskum mannfólki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald