placeholder
Innanlands

Tveir ungir útlendingar horvnir í Føroyum hetta seinasta árið

Løgreglan hevur enn ikki eyðmerkt líkið, ið varð funnið í Skriðudali

Líkið varð funnið í Skriðudali norðan fyri Kunoyarbygd (Mynd: Google)

Líkið varð funnið í Skriðudali norðan fyri Kunoyarbygd (Mynd: Google)

2019-12-02 12:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið varð líkið av einum fólki funnið í Skriðudali nakað norðan fyri Kunoyar bygd. Enn veit løgreglan einki at siga um líkið. Men staðfest er, at tað hevur ligið har leingi.

Ein rættarlækni er boðsendur at koma til Føroyar at kanna beinagrindina. Tyrlan hevur verið í Skriðudali eftir líkinum.

Tvey fólk – í báðum førum ungir útlendskir menn – hava verið eftirlýst í Føroyum hetta seinasta árið.

Í januar var skipað fyri stórari leiting og umfatandi í Fugloy í sambandi við, at ein 29 ára gamal maður úr Eysturríki varð eftirlýstur. Líkið varð ongantíð funnið.

Les eisini: Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy 

Hin útlendingurin varð eftirlýstur 1. oktober. Talan er um ein 31 ára gamlan fraklending, sum kom til Føroyar við Norrønu úr Seyðisfirði 20. februar í ár. Tey vita, at maðurin hevur verið í Føroyum, men einki er frætt frá manninum síðan í februar

Les eisini: Fraklendingurin er framvegis horvin 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder