Innanlands

Mintist tú til at skifta battaríini í gjár?

1. desember plaga vit í Norðanlondum at skifta battaríini í okkara roykvarnarum. Mælt verður til at gera hetta, hóast streymur enn er á.

Mynd: Colourbox

Mynd: Colourbox

2019-12-02 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var 1. desember, sum í Norðanlondum er dagurin, vit skifta battaríini í okkara roykvarnarum.

Roykvarnarin økir um møguleikan hjá okkum at fáa eina ávaring, um eldur er komin í húsini, og sostatt kunnu vit fáa tíð at bjarga okkum sjálvi og familjuna og fáa ringt eftir hjálp. Ein virkin roykvarnari er sostatt við til at bjarga bæði lívum og virðismiklum lutum.

Ein roykvarnari eigur sjálvur at siga frá, tá lítið av streymi er eftir í battaríunum, og hóast battaríini plaga at vara longur enn eitt ár, verður kortini mælt til, at øll skifta tey út 1. desember.

- Fyri at verða góðkendur sum roykvarnari, skal hann kunna siga frá, at lítið av streymi er á battarínum í minst tvær vikur. Og tá sigur hann frá við at geva eitt lítið ljóð frá sær av og á, sigur Hans David Hansen frá Tórshavnar Sløkkiliði við Útvarpið.

Men er ein burturstaddur, tá roykvarnarin sigur frá, kann mann koma aftur til ein óvirknan roykvarnara uttan at vita av tí, og er mann ikki ein teirra, ið kannar roykvarnaran av og á at vita, um hann enn er tendraður, kann tað enda galið, sigur hann.

Tí er skilagott at skifta battaríini 1. desember, hóast streymur enn er á. Tey battaríini kunnu síðani brúkast til onnur ting, og samstundis tryggjar mann sær, at roykvarnarin hevur nokk av streymi at arbeiða við, tá hann hevur brúk fyri tí.

Hoyr samrøðuna við Hans David Hansen her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder