Innanlands

Vágs kommuna lækkar skattin og hækkar barnafrádráttin

Skattaprosentið lækkar niður í 21,65 prosent

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2019-12-02 22:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 2. des. 2019 fíggjarætlanina fyri 2020.

Býráðið samtykti at geva borgarunum ein lætta, bæði við at lækka skattaprosentið og við at hækka barnafrádráttin.

Skattaprosentið lækkar niður í 21,65%, og er skattaprosentið í Vágs kommunu sostatt lækkað við 1,60 prosentstigum seinastu árini, úr 23,25% í 2013 niður í 21,65% í 2020.

Umframt at lækka skattaprosentið hækkar barnafrádrátturin við 1.000 kr. úr 4.500 kr. upp í 5.500 kr.

Vit hava seinastu árini miðvíst arbeitt við at lætta um hjá borgarum í Vágs kommunu og er lækkingin av skattaprosentinum og hækkingin av barnafrádráttinum í 2020 eisini eitt framhald av hesum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2020 mettar at verða 65,3 mió. kr. Inntøkurnar fevna einamest um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við at eldraøkið varð flutt til kommunurnar at umsita í 2015.

Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2020 mettur at kosta umleið 57,1 mió. kr., og er hetta ein vøkstur á umleið 2,9% í mun til í fíggjarætlanini fyri 2019.

Vágs kommuna fer í 2020 at rinda 3,5 mió. kr. aftur í skuld og er hetta nakað meiri enn í 2019. Renturnar eru í 2020 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr.

Vágs kommuna fer í 2020 at gera íløgur fyri 5,7 mió. kr.

Raðfestingar í 2020
Størsti parturin av íløgunum komandi ár verða á tekniska økinum, har m.a. dagføring av vegakervinum, drekkivatnsskipanin, og spillvatnsskipanin verða raðfest.

Í 2020 verður grøna økið eisini raðfest. Í framhaldi av at nýtt stórt endurnýtslupláss er gjørt, sum verður klárt at taka í nýtslu eftir ársskiftið, verður endurnýtsla í Vágs kommunu eisini uppraðfest í 2020, tá húsarhald í Vágs kommunu fara undir at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.

Sum liður í grønu kósini hjá Vágs kommunu verður eisini hildið áfram við at skifta gomlu gøtuljósini út við LED-gøtuljós, og komandi ár verða pelarnir av Marknoyri og vestureftir skiftir. Komandi ár verður eisini farið undir at skifta hitaverkini í kommunalum bygningum frá oljuriknum hitaverkum til elrikin hitaverk.

Skúla- og mentanarøkið verður eisini raðfest í 2020 og hildið verður áfram við dagføringum í Vágs skúla, sum m.a. fevna um at skifta vindeygu og keypa nýtt innbúgv til skúlan. Musikkskúlin í Vági fær eisini játtan til at keypa nýggja útgerð, umframt at fyrstu stigini verða tikin til at gera ein mentanarpall í Gamla Svimjihyli í Vágs Skúla, sum bæði Vágs Skúli, Musikkskúlin og borgarar annars fara at fáa gleði av.

Komandi ár verður hildið áfram í nýgerðini av Heilsumiðstøðini í Vági, eitt arbeiðið, sum hevur verið ígongd seinastu 4-5 árini. Hildið verður eisini áfram við dagføringunum í VB-húsinum og Vágs Høll.

Vágs kommuna hevur seinastu árini valt at uppraðfesta barna- og ungdómsøkið. Á dagstovnaøkinum hevur Vágs kommuna valt at hava bestu starvsfólka-normering í landinum. Í ár er nýtt spælipláss gjørt við dagstovnin Eikilund og komandi ár verður “gamla spæliplássið” í miðbýnum gjørt av nýggjum til eitt innbjóðandi og spennandi stað fyri allar aldursbólkar. Játtan er eisini til íløgu í Páls Høll, og er talan um íløgu børnum og ungum at frama.

Nýtt ungdómshús er eisini latið upp í miðbýnum og komandi summar verður Ungdómshúsið málað av kendum avstralskum listamanni – og er hetta komið í lag umvegis Faroe Islands Coworking Adventure, sum Vágs kommuna stovnaði í summar.

Spennandi tíðir fyri framman
Eftir eitt áramál við avbjóðingum – m.a. við minkandi fólkatali, arbeiðsloysi og lágum inntøkuvøkstri – hevur gongdin í Vágs kommunu seinastu árini verið rætta vegin. Fólkatalið veksur spakuliga og økt vinnuvirksemi, bæði hjá verandi vinnufyritøkum og hjá nýggjum fyritøkum í kommununi, hevur ført við sær, at arbeiðsloysi er lágt og sæst hetta eisini aftur í inntøkunum hjá kommununi.

Komandi ár fara fleiri byggiverkætlanir ígongd í Vágs kommunu. Tann størsta er smoltstøðin hjá Bakkafrost í Ónavík. Fleiri spennandi verkætlanir eru eisini ígongd og komandi ár verður næmingaheimið til Ítróttaháskúlan liðugt og letur hetta upp fyri framhaldandi menning av hesum einastandandi ítróttaháskúlanum.

Við nýggjum vinnuligum ætlanum innan m.a. fiskivinnuna og innan ferða- og upplivingarvinnuna eru útlitini fyri framhaldandi menning í Vágs kommunu góð. Vit gleðast um, at nýggjar verkætlanir síggja dagsins ljós og vóna at hetta verður okkum øllum at frama, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder