placeholder
Innanlands

Løgmansskrivstovan: Kringvarpið ætlaði at nýta ólógliga upptøku

Um tær høvdu verið nýttar, hevði tað verið í stríð við revsilógina skrivar Løgmansskrivstovan. Landsstýrið hevur ikki fleiri viðmerkingar komandi vikuna, meðan málið verður viðgjørt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-03 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Orsøkin til, at landsstýrið heitti á fútarættin um at leggja fútabann, er, at Kringvarp Føroya hevði ætlanir um at brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á.

Soleiðis skrivar Løgmansskrivstovan millum annað, nú tað alment verður lagt eftir og svarað Kringvarpinum, sum í gjár fekk eitt fútabann í samband við eitt innslag um ein fund millum føroyskar og kinesiskar myndugleikar.

Les eisini: Fútabann tjúgu minuttir áðrenn Dag og Viku

Hetta hevur skapt ónøgd hjá nógvum, ið seta spurnartekin um nakað er at fjala, og um tað ikki er ein rættur hjá Kringvarp Føroya at upplýsa um slík mál.

Harvið er nú greitt, hví landstýrið ynksti at áseta fútabann, men óvist er júst hvussu Kringvarpið, sambært landstýrinum, hevur borið seg ólóliga at. 

- Tað sum hendi á fundinum er av so stórum almennum áhuga, at tað burdi komið fram. Vit fáa ikki innlit í tað, men á annan hátt hava vit fingið at vita hvat hendi á fundinum, og tað sleppa vit ikki at bera fram. 

Hetta segði Georg L. Petersen í útvarpstíðindunum á middegi

Les eisini: Tíðindaleiðarin: Føroya fólk eigur at fáa at vita hvat er hent á hesum fundinum


Soleiðis skrivar Løgmannskrivstovan um málið:

Dagur og vika hevði í gjárkvøldið eitt innslag um fund, sum umboð fyri landsstýrið tann 11. november høvdu við útlendskt sendiumboð.

Kringvarpið upplýsti, at tað hevði fingið fútabann ímóti at endurgeva innanhýsis upplýsingar um, hvat varð ført fram á hesum fundi.

Orsøkin til, at landsstýrið heitti á fútarættin um at leggja fútabann, er, at Kringvarp Føroya hevði ætlanir um at brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á.

Føroya Rættur hevur í avgerð síni lagt dent á, hvussu Kringvarp Føroya fekk hesa upptøkuna til vega. Føroya Rættur staðfestir, at um Kringvarp Føroya brúkti hesar upplýsingar, vildi tað sannlíkt verið í stríð við revsilógina.

Eisini leggur rætturin dent á, at hevði talan verið um skrivligar upplýsingar, høvdu hesar upplýsingar verið undantiknar reglunum um alment innlit, tí talan er um vardar innanhýsis upplýsingar.

Í millumtjóða viðurskiftum mugu partarnir kunna líta á, at teir kunnu umrøða viðurskifti í trúnaði, tá tað er neyðugt. Annars verður tað trupult hjá londum at samstarva. Tað hevur týdning, at Føroyar virða hetta og eru ein álítandi samstarvspartur í altjóða samfelagnum.

Spurningurin um, hvørt fútabannið varð lagt av røttum, skal leggjast fyri Føroya rætt innan eina viku eftir, at fútabannið varð sett.

Landsstýrið hevur ikki fleiri viðmerkingar, so leingi Føroya Rættur viðger málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder