Eitt ferðsluóhapp var við fyri løtu síðani við svingið við Hvítanesvegin/Ringvegin.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at tveir bilar rendu saman. Annar kom koyrandi oman frá Hálsi og skuldi snara oman móti Hoydølum - hin kom frá Yviri við Strond og skuldi beint fram. Alt bendir á, at bilurin ið kom omaneftir ikki helt víkjuskylduna, og helst ikki hevur sæð mótkoyrandi. Sostatt verður hann helst revsaður fyri tilburðin.
Tann eini bilførarin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar. Bilarnir fingu stóran skaða, og sløkkiliðið kom á staðið og fekk teir burtur.
Ímeðan var løgreglan á staðnum og leiddi ferðsluna. Tað eru ofta langar røðir har og serliga millum klokkan 16 og 17. Frá løgreglustøðini verður sagt, at tað gingu áleið 20 minuttir, til ferðslan koyrdi sum vant.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald