placeholder
Innanlands

Stjórnarleiðarar styrkja samstarvið

Bárður á Steig Nielsen og Kim Kielsen umrøddu millum annað vaksandi trygdar- og verjuáhugan fyri útnorðurøkinum og formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum komandi ár

Bárður á Steig Nielsen og Kim Kielsen høvdu fund í gjár - vitjanin hjá grønlendska landstýrisformanninum heldur fram í dag (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Bárður á Steig Nielsen og Kim Kielsen høvdu fund í gjár - vitjanin hjá grønlendska landstýrisformanninum heldur fram í dag (Mynd: Løgmansskrivstovan)

2019-12-06 09:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum vitjar grønlendski landsstýrisformannin Kim Kielsen Bárð á Steig Nielsen, løgmann.

Stjórnarleiðararnir høvdu í fund í gjár. Teir settu sær sum mál at menna samstarvið landanna millum enn meira.

Teir umrøddu vaksandi trygdar- og verjuáhugan fyri útnorðurøkinum. Teir avtalaðu at hava tætt samstarv og samskifti um felags avbjóðingar á trygdar- og verjuøkinum.

Stjórnarleiðararnir umrøddu m.a. veðurlags- og umhvørvismál, Føringahavnina, fiskiskap í útnorðuri og fiskivinnusamstarvið millum Grønland og Føroyar og norðurlendsk samstarv.

Um fundin sigur løgmaður:

“Vit høvdu ein sera gevandi fund. Vit umrøddu felags avbjóðingar fyri londini bæði og avbjóðingar og møguleikar í ríkisfelagsskapinum. Vit er samdir um munandi at styrkja sambondini millum londini. Avgjørt varð at áseta veðurlags- og umhvørvismál sum eitt frammarlaga raðfest samstarvsøki. Eisini avtalaðu vit at samstarva í samband við, at Danmark, Føroyar og Grønland í felag røkja formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020.”

Vitjanin heldur fram í dag. Vitjað verður í Vónini í Fuglafirði og á brennistøðini á Hjalla. Kim Kielsen fer av landinum í morgin.

Løgmansskrivstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder