2019-12-08 09:14
Trupulleikar hava verið við streymveitingini til fleiri bygdir í nátt.
Sambært heimasíðuni hjá SEV var orsøkin kavin, ið legðist á linjurnar, og neyðugt hevur tí verið at leggja streymveitingina um, fyri at veita streym til hesi øki.
Í Vágum fór streymurin í átta minuttir, frá 00.30 - 00.38, og í Kvívík var streymurin burtur í næstan tveir tímar, frá klokkan 01.10 - 02.58.
Í Leynum og Skælingi var neyðugt at seta neyðstreymsverk upp. Har var streymurin burtur frá klokkan 01.10 til klokkan 8.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald