Innanlands

Agnar Joensen settur í starv sum umsjónarfólk við Vestmannahavnar Havn

Fyrrverandi hondbóltsleikarin og núverandi venjarin er útbúgvin sum maskinsmiður,

Agnar Joensen (t.v) er í løtuni venjari hjá besta kvinnuliðnum í Vestmanna saman við Inga Olsen(Mynd: Sverri Egholm)

Agnar Joensen (t.v) er í løtuni venjari hjá besta kvinnuliðnum í Vestmanna saman við Inga Olsen(Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-09 17:37 Author image
Agnar Prestá

Vestmanna kommuna boðar frá, at Agnar Joensen er settur í starv sum umsjónarfólk við Vestmannahavnar Havn, og Agnar verður eisini partur av arbeiðstoyminum hjá Vestmanna kommunu.

Vestmenningur er kendur frá hondbóltinum, har hann í nógv ár var fastur partur av besta mansliðnum hjá VÍF. Síðani hevur hann verið nógv virkin sum venjari og tók fyri kortum fyribils yvir sum venjari hjá kvinnunum saman við Inga Olsen. Kvinnurnar hjá VÍF vunnu greipuna í 2017/2018 við venjaratoymi á odda.

Agnar Joensen hevur útbúgving sum maskinsmiður, og hevur drúgvar starvsroyndir sum handverkari. Seinastu árini hevur hann havt egna fyritøku.

Í frítíðini hevur Agnar drúgvar royndir bæði sum spælari og venjari hjá VÍF, og honum dámar eisini væl útróður, sjógvin og frítíðarlívið í haga.

Agnar Joensen byrjar í starvinum 1. januar 2020.

placeholder
placeholder