Innanlands

Streymslit: Streymurin kemur aftur nú

Brek í transformarunum á Glaðsheyggi og Frúutrøð

Tað eru húsarhaldini, sum fáa streym frá transformarastøðunum á Glaðskeyggi og Frúutrøð, sum hava ligið í streymloysi í dag (Mynd: kortal.fo)

Tað eru húsarhaldini, sum fáa streym frá transformarastøðunum á Glaðskeyggi og Frúutrøð, sum hava ligið í streymloysi í dag (Mynd: kortal.fo)

2019-12-09 16:47 Author image
Ingi Samuelsen

- Um tað enn eru húsarhald, sum ikki hava fingið streymin aftur enn, so fáa tey hann hvørja løtu tað skal vera.

Soleiðis ljóðar frá vaktleiðaranum hjá Sev nú beint fyri klokkan 17. Ein partur av miðbýnum í Havn hevur ligið í streymloysi í allan dag eftir eitt brek í skipanini.

Talan eru um húsarhaldini, sum fáa streym frá transformatorstøðunum á Glaðsheyggi og á Frúutrøð, sum hava verið rakt.

Menn frá Sev hava í allan dag arbeitt við at bøta um brekið. Eitt neyðanlegg er sett til, og nú skuldi allir neyðugir deilir verið skiftir út, so at vanligur lágspenningur kann fordeilast út til húsarhaldini aftur, sigur vakthavandi á Sev.

 

placeholder
placeholder