Innanlands

Føroyskir miðlar eiga ikki at vísa myndir av úrlatnum konufólki

- At Portalurin leggur slíkt út, er eitt stig skeiva vegin, heldur Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur. Hann heldur eisini, at Føroya Tele átti at havt eitt filtur á porno

Steffan Klein Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Steffan Klein Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-09 20:56 Author image
Sverri Egholm

Tað er ein trupulleiki at Portalurin leggur myndir út av úrlatnum konufólki.

Tað heldur Steffan Klein Poulsen, sum situr á løgtingi fyri Miðflokkin. Sambært honum kann tað skjótt eggja til nakað verri hjá fleiri persónum.

Portalurin er kelda til tíðindi og undirhald hjá sera stórum parti av føroyingum, og er ein av mest vitjaðu heimasíðunum í Føroyum við umleið 80.000 brúkarum um vikuna.

- Tá eg og onnur fara á Portalin vænta vit at lesa vanlig føroysk tíðindi. Slíkum tilfari við útlatnum konufólki fær man onkursvegna ikki vart seg fyri, og tað er ikki tað man fer inn til, heldur Steffan Klein Poulsen.

Hann sipar til stubba, sum Portalurin í síðstu viku hevði við havnardamuni Katrinu Mariu Christiansen, sum hevur givið út kalendara fyri 2020. Kalendarin er ein jólagáva til hennara nógvu fylgjarar á Instagram.

- Kanska onkrar kvinnur sjálvar vilja vísa seg fram, men  uttan mun til, um tær gera tað av fríum vilja ella ei, so eigur hetta tilfarið ikki at verða hálovað og eiheldur normaliserast. Vit eiga heldur at taka frástøðu frá slíkum. Slíkt tilfar er vanabindandi og avleiðingarnar kunnu vera óhugnaligar. Pornografiskt tilfar lækkar standardin fyri hvussu man sær kvinnuna. Man ger kvinnuna til eitt sexsymbol. Hetta gevur eina skeiva mynd av sex og av mótsætta kyninum, sigur Steffan Klein Poulsen.

Hann heldur, at føroyskir miðlar eiga at halda ein vissan standard, so at tílíkt tilfar ikki verður vanligt fyri fólk.

- Hetta er longu veruleikin aðrastaðni, men vilja vit føroyingar eisini handan vegin, spyr Steffan Klein Poulsen.

- At Portalurin leggur slíkt út, er eitt stig skeiva vegin. Onkuntíð havi eg hugsað tankan at vit føroyingar kundu verið eitt sindur øðrvísi. Eitt nú, at Føroya Tele hevði eitt filtur á pornografiskum tilfari, heldur Steffan Klein Poulsen, og leggur afturat, at óivað høvdu fleiri sloppið ígjøgnum, men at hetta hevði so verið ein forðing afturat.

Løgtingslimurin vísur á, at pornografi hevur stórar avleiðingar fyri fleiri, og er niðurbrótandi fyri samfelagið. Hagtøl vísa, at pornusíður hava meira ferðslu enn Netflix, Amazon og Twitter tilsamans hvønn mánað. Hetta er skaðiligt, heldur hann.

placeholder
placeholder