placeholder
Innanlands

Løgreglan skeyt eftir hóttandi persóni í Miðvági

Viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið við skotsárum – eisini ein politistur varð raktur

2019-12-10 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur nú sent út tíðindaskriv um skottilburðin, sum hendi í Miðvági í gjárkvøldið. Skrivið er soljóðandi:

Løgreglan fekk kl. 18.25 í gjár fráboðan um, at ein persónur hótti við sjálvmorði í einum bústaði í Miðvági. Fráboðarin upplýsti, at gerningsmaðurin var vápnaður við høglbyrsu og hótti við at skjóta.

Løgreglan sendi bilar á staðið og stongdi ein part av bygdini nærhendis bústaðin hjá persóninum.

Samband varð tikið upp við avvarðandi hjá persóninum fyri at fáa viðkomandi at koma út. Samráðingarmaðurin hjá løgregluni varð eisini sendur á staðið fyri at stuðla í samskiftinum við persónin.

Meðan hetta fór fram vórðu fleiri skot latin av móti løgregluni. Ein tænastumaður hjá løgregluni varð raktur av høglum. Hetta førdi við sær, at løgreglan mátti lata skot av móti persóninum. Eftir tað varð staðfest, at persónurin var raktur av skotunum frá løgregluni.

Persónurin fekk fyrstuhjálp á staðnum og varð seinni fluttur á landssjúkrahúsið í Havn.

Fólk frá Københavns Politi og Ríkisløgregluni eru boðsend til at vera við í víðari kanningararbeiðinum.

Meira verður ikki upplýst um málið fyrr enn kanningarnar eru lidnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder