Danmarks Radio fingið hendur á fútabannaðum ljóðfíli

Sambært DR legði kinesiski sendimaðurin stórt trýst á Bárð á Steig Nielsen í sambandi við 5G-net frá Huawei

2019-12-10 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kinesiski sendimaðurin í Danmark Feng Tie, legði eitt stórt trýst á løgmann, Bárð á Steig Nielsen, í málinum um 5G-net frá Huawei.

Tað verður sagt í nógv umrøddu ljóðupptøkuni, sum Kringvarpið av óvart fekk, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, áðrenn eina samrøðu fór í einarúm at práta við sín aðalstjóra, við tendraðari mikrofon á jakkanum.

Danmarks Radio skrivar á netinum, at tey kenna til innihaldið á ljóðfílinum, sum snýr seg um fundin millum kineiskar og føroyskar myndugleikar tann 11. november.

Sambært upplýsingunum hjá DR greiddi aðalstjórin frá, at kinesiski sendimaðurin á fundinum 11. november gjørdi greitt, at um Føroya Tele ikki gjørdi avtalu við Huawei um 5G-netið, kundu Føroyar gloyma alt um handilsavtalur við Kina.

Les greinina á dr.dk her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder