Innanlands

Landsverk: Fleiri áarlop hesa vikuna

Nógv tilfar loysnað og rullað oman á vegateinar ymsastaðni í landinum

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2019-12-11 14:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk: Harða frostið og síðani blotið í jørðini við nógvum regni seinastu dagarnar hevur, sum so oftani áður, elvt til, at tilfar er loysnað og rullað oman á vegateinar ymsastaðni í landinum.

Náttina til týsdagin og í gjár vóru nógv áarlop kring landið. Millum annað á Vestmannavegnum, Oyndarfjarðarvegnum, Kaldbaksvegnum, Múlavegnum, á gamla Viðareiðisvegnum og eisini á Syðradalsvegnum vóru áarlop.

Orsakað av hesum var ferðslan nakað tarnað á ymsum vegateinum, eitt nú á Vestmannavegnum, har tveir trailarar og nakrir persónbilar máttu bíða, til vegurin var ruddaður. Í Kollfjaðrardali høvdu útlendsk ferðafólk rent seg fastan í eitt áarlop og høvdu trupult við at boða frá, tí tey vistu ikki, hvar á landsvegnum tey vóru stødd, men alt spældi kortini væl av.

Fleiri av áarlopunum hendu um náttina, og fólk frá Landsverki vóru síðan boðsend at rudda tilfarið burtur av vegunum aftur beinanvegin og reinsa veitir og annað, so vatnið aftur kundi renna frítt undir landsvegunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder