Mentan

Ein stórur hvalur er strandaður á Listasavninum

32.000 leikahermenn umskipaðir til ein grindahval

(Mynd: Listasavnið)

(Mynd: Listasavnið)

2019-12-11 17:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

32.000 leikahermenn, sum verða umskapaðir til ein grindahval, skulu byrja eina samrøðu og byggja brúgv millum Føroyar og útheimin. Ein grindahvalur í veruligari stødd varpar ljós á, hvønn leiklut grindin hevur fyri føroyska mentan søguliga, og á hvat umheimurin heldur um grindadráp í hesum døgum.

Evnið er tíðarbært, tí at Føroyar í størri og størri mun verða samanbornar við grindadráp og av altjóða aktivistum verða fordømdar í hesum sambandi.

Leggið oyrini inn móti hvalinum og lurtið eftir ymsu sjónarhornunum – fyri og ímóti grindadrápi:

• Her hoyrast áheitanir frá Sea Shepherd-stovnara, Poul Watson. Hann hugsar sum aktivistur um djóravælferðina og er sostatt ímóti grindadrápi.

• Fotomodellin Pamela Anderson er sum veganari eisini ímóti og hevur sum amerikanari eina sterka meining um grindadráp.

• Ein franskur aktivistur broytti sína mynd av føroyingum eftir eini vitjan í Føroyum: „Tey eru eitt frálíkt fólk, og útlendingar skulu blanda seg uttan um kjakið um grindadráp“.

• Ein 14-ára gamal føroyskur drongur greiðir frá, hvussu hann hevur lært at veiða grind av pápanum, sum somuleiðis lærdi at veiða grind av pápa sínum, o.s.f.

• Ein føroyskur lækni ávarar kvinnum og barnakonum ímóti at eta grind, tí at kjøtið hevur ov nógv kyksilvur í sær.

• „Grindakvæðið“ verður kvøðið í føroyskum dansi.

• Ein føroyskur maður heldur, at aktivistarnir, ið koma til Føroyar, vegna harðligu framferð sína næstan bera seg at sum yvirgangsfólk.

Whale War letur eisini hvalin koma til orðanna – lurtið eftir sangi hansara. Ljóðbitar úr einum grindadrápi eru somuleiðis ein partur av verkinum.

- Verkið er gjørt burtur úr plastikki, og hetta kann tulkast sum eina viðmerking til, at heimshøvini í vaksandi mun dálkast og fyllast við plastikki. Eitt av heimsmálunum hjá ST er at varpa ljós á umhvørvið – herímillum heimshøvini. Listasavnið stuðlar hesum heimsmálum við at sýna fram listaverk, ið eggja til umhugsan og hugleiðing um umhvørvið, djóravælferð og altjóða burðardygd.

- Harumframt gleða vit okkum til at byggja brúgv millum hugsjónina úr útheiminum og úr Føroyum. Við at byrja eina samrøðu um grindadráp og við at upplýsa um hetta vóna vit, at kritikkurin gerst meiri fjølbroyttur, sigur Karina Lykke Grand, savnsstjóri.

Tað er Edward Fuglø, sum hevur gjørt verkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder