Innanlands

Ferðsluóhapp í Norðragøtu: Ein persónur fluttur á sjúkrahús

Ein samanstoytur um 17 tíðina seinnapartin hevði við sær, at ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-11 19:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við útkoyring í Norðragøtu til landsveg hendi um fimmtíðina eitt ferðsluóhapp. Tveir persónbilar stoyttu saman, men eingin álvarsligur skaði stóðst av hendingini, veit vp.fo í kvøld.

Bilarnir fingu nakað av materiellum skaða.

Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið men hevur tað eftir umstøðunum gott. Bilarnir fingu nakað av skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder