Innanlands

Vánaligu koyrilíkindini ávirka bussleiðina

Leið 100, 300 og 400 koyra ikki fyribils, og Ritan siglir heldur ikki í dag, sigur Strandferðslan

2019-12-14 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun boðaði Landsverk frá vánaligum koyrilíkindum kring landið, og eisini hevur verið boðað frá nógvum vindi.

Í hesum sambandi boðar Strandferðslan frá fleiri avlýsingum hjá bussleiðini.

Í løtuni koyra hesar bussleiðir ikki:

Leið 100: Tórshavn - Vestmanna

Leið 300: Tórshavn - Flogvøllurin

Leið 400: Tórshavn - Klaksvík

Strandferðslan boðaði eisini í morgun frá, at Ritan, sum siglir millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, ikki siglir í dag.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder