Veðurlagsspurningurin fyllur ógvuliga nógv í hesum døgum, og sokallaða COP 25 veðurlagsráðstevnan hjá ST var í farnu viku í spanska høvuðsstaðnum.
Hon vardi longri enn ætlað, tí ymsar ósemjur vóru. Talan var serliga um sokallaðu kvoturnar av CO2, sum snúgva seg um at tey fátækari londini kunnu selja sínar kvotur til ríkari londini, sum harvið sleppa undan at tálma sítt CO2 útlát. Soleiðis lýsir kvf.fo tað.
Av tí at eingin endalig semja varð funnin viðvíkjandi hesum, varð spurningurin um eina niðursetan av kvotnum útsett til COP 26 verðurlagsráðstevnuna næsta ár. Hon verður í Stóra Bretland.
Uttanlands
Eingin semja um minking av CO2 útláti
Veðurlagsráðsstevan í Madrid gav einki ítøkilig úrslit, hóast hon gjørdist longri enn ætlað
(Mynd: EPA)
2019-12-16 11:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald