Í nátt gjørdist greitt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, skal fyri ein ríkisrætt.
Sambært fleiri miðlum var tað eftir at hava kjakast í 11 tímar, at ein meiriluti í Umboðsmannatinginum atkvøddi fyri hesum.
Tvær ákærur vórðu reistar móti Trump.
Trump varð ákærdur fyri at royna at leggja trýst á Ukrainska forsetan við at halda aftur hernaðarstuðul frá USA, intil forsetin játtaði at kanna fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden og son hansara, Hunter Biden. Joe Biden roynir í løtuni at gerast forsetavalevni hjá demokratunum til valið næsta ár.
Trump er sostatt ákærdur fyri valdsmisnýtslu og fyri at taka egin áhugamál framum áhugamálini hjá USA.
Trump varð eisini ákærdur fyri at royna at forða fyri rættargongdini, tá Umboðsmannatingið byrjaði at kanna málið. Sambært ákærunum, noktaði Trump sínum starvsfólkum at útflyggja skjøl í sambandi við kanningararbeiðið, og noktaði hann teimum eisini at vitna.
230 atkvøddu fyri ákæruni um valdsmisnýtslu, og 197 atkvøddu ímóti. 229 atkvøddu fyri seinnu ákæruni, og 198 atkvøddu ímóti.
Fyri at seta forsetan fyri ein ríkisrætt, krevst bert ein meiriluti í Umboðsmannatinginum, og har hava demokratarnir í løtuni 233 av 435 umboðum.
Nú skal málið viðgerast av Senatinum, og har krevst undirtøka frá tveimum triðingum av limunum fyri at koyra Trump frá. Republikanarar hava 53 av 100 limum í senatinum, og væntað verður tí ikki, at ein meiriluti verður fyri at koyra forsetan frá.
Hetta er triðju ferð í amerikonsku søguni, at ein forseti skal fyri ein ríkisrætt. Hetta hendi fyri Andrew Johnson í 1868 og fyri Bill Clinton í 1999. Báðir vórðu fríkendir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald