Uttanlands

Amerikanarar eiga at fara úr Irak beinanvegin

Amerikanska sendistovan í Irak heitir á amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr Irak, eftir at USA drap ein iranskan general í einum álopi í nátt

Amerikanska sendistovan í Bagdad (Mynd: Reuters)

Amerikanska sendistovan í Bagdad (Mynd: Reuters)

2020-01-03 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sendistovan í Irak heitir nú á amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr Irak beinanvegin, eftir at USA leyp á og drap iranska generalin, Qassem Soleimani.

Les eisini: USA dripið general úr iransku kollveltingarverjuni

- Amerikanskir borgarar eiga at fara av stað við flogfari, um tað er møguligt, og um ikki, eiga teir at leita sær til onnur lond umvegis land, stendur í áheitanini frá sendistovuni.

Amerikanska álopið hendi tíðliga fríggjamorgunin lokala tíð nærindis flogvøllin í Bagdad, og hóast hetta eru enn flogfør, ið flúgva sum ætlað, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder