Innanlands

176 fólk latið lív í flogvanlukku í Iran

Talan var um Boeing 737-fly hjá Ukraine International Airlines. Øll umborð doyðu; orsøkin til at stóra flogfarið datt niður var ein motorfeilir.

(Mynd úr tyrlu yvir staðið, har bjargingarfólk eru í gongd við at fáa líkini burtur (Mynd: EPA)

(Mynd úr tyrlu yvir staðið, har bjargingarfólk eru í gongd við at fáa líkini burtur (Mynd: EPA)

2020-01-08 10:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðindastovur skriva, at tíðliga í morgun datt eitt flogfar hjá størsta ukrainska flogfelagnum niður stutt eftir fráferð úr iranska høvuðstaðnum Theran. Øll 176 umborð, 167 ferðafólk og tey níggju í flogmanningini, lótu lív. Hetta hevur forsetin í Ukraina váttað.

Svarti kassin er funnin, og nú skal gjølla kannast, júst hví flogfarið datt niður. Tað tykist tó longu greitt, at talan er um ein motorfeil. Hetta hevur sendistovan hjá Ukraina í Iran váttað. Miðlar í Iran skriva eisini, at talan vóru tekniskar trupulleikar.

Tað var longu eldur í flogfarinum, meðan tað var á veg niður, og miðlar í Iran skriva at hóast ein rúgva av tilbúgving var heilt skjótt á staðnum, har flogfarið datt niður, var einki at gera.

Boeing hevur ikki váttað tað, men tað tað tykist greitt, at talan var um eitt 737-800 flogfar. Fleiri Boeing 737-MAX høvdu tekniskar trupulleikar í fjør, og tað førdi millum annað til tvær ógvusligar flogvanlukkur, ið kostaðu nógv mannalív. Flogfarið ið datt niður í morgun hevði, sambært altjóða miðlum, verið til tekniska kanning fyri tveimum døgum síðani, og fráferðin tíðliga í morgun varð seinkað ein tíma.

Ukrainska flogfelagið hevur gjørt ein lista yvir, hvar tey deyðu eru frá. 82 av teimum vóru úr Iran, 63 úr Kanada og tíggju sviaar vóru eisini umborð.

Orsaka av flogvanlukkuni og missilálopunum í Irak hava nógv flogfeløg kring heimin avlýst túrar og fyribils bannað túrum í økinum; millum annað hevur USA gjørt tað.

Les eisini: Hernaðarstøðir hjá USA í Irak fyri missilálopi 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder