Fríggjadagin vóru 40 fólk uppsøgd á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági. Tað skrivar Suðuroyarportalurin í dag.
Í uppsagnarbrævinum, sum starvsfólkini fingu tá tey fóru í vikuskifti fríggjadagin stendur, at tey er uppsøgd við sjey daga freist ella so leingi laksur er at arbeiða. Umframt tað stóð at einki virksemi verður á kryvjivirkinum aftur fyrr enn í summar.
Fólk sum Suðuroyarportalurin hevur tosað við siga, at tey vóru vitandi um, at ein steðgur á tveir mánaðir fór at vera í vár men høvdu ikki roknað við, at tað fór at vera í eitt hálvt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald