Innanlands

Trý á sjúkrahúsi eftir ferðsluóhapp

Ikki so álvarsligt sum fyrst var hildið. Landsvegurin norðanfyri Skipanes var stongdur eina løtu, men er nú latin upp aftur

2020-01-12 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun átta tíðina í kvøld hendi eitt ferðsluóhapp norðanfyri Skipanes. Tveir bilar stoyttu saman, og hetta hevði við sær, at vegastrekkið var stongt eina løtu.

Løgreglan upplýsir fyri VP, at tvey ella trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsi til viðgerðar ella nærri kanningar. Ein av persónunum sat kleimdur í bilinum, og tað tók eina løtu at fáa hann leysan.

Hann mátti klippast leysur, men eftir øllum at døma er ikki talan um so álvarsligan skaða kortini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder