2020-01-13 10:33
Veðurforsøgnin fyri í kvøld er einki serlig, og sum so ofta í seinastuni er neyðugt hjá Strandfaraskipum Landsins at avlýsa túrar.
Sí veðrið her
Hesaferð gongur tað í øllum førum útyvir størsta skipið. Á heimasíðuni hjá SSL stendur, at fyri veður siglir Smyril ikki túrin av Krambatanga klokkan 18.45 og túrin úr Havn klokkan 21.15 í kvøld.
Smyril siglir harvið seinasta túr í dag klokkan 16.00 úr Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald