Innanlands

678 føðingar í 2019

Landssjúkrahúsið sigur frá, at 345 av børnunum, sum vórðu fødd á sjúkrahúsunum í fjør vóru dreingir. 330 vóru gentur. Miðalvektin á øllum nýføðingunum var gott 3700 gramm. Trý børn vóru fødd Suðuroyar sjúkrahúsi

2020-01-13 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hvørt mansbarn í Føroyum man kennast við talvuna á vegginum, beint sum tú kemur inn á føðideildina á Landssjúkrahúsinum. Á talvuni eru nálir, bláar og reyðar knappanálir. Hvør einasta knappanál á talvuni ímyndar eitt vakurt barn, sum er borið í heim farna árið. 

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið í morgun og boðar frá at tilsamans 675 nálir komu á talvuna í fjør. 345 av teimum bláar og 330 vóru reyðar. Harvið vóru 15 fleiri dreingir føddir enn gentur á Landsjúkrahúsinum í 2019. 

Samanlagda vektin var 2,5 tons, og harvið var miðalvektin var gott 3700 gramm.

Einasta føðideildin í Føroyum er í Havn, og so at siga allir føroyingar verða nú føddir har. Í fjør vórðu tó trý børn fødd á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Fyrsta barnið var føtt 1. januar 2019, og 31. desember vórðu tvær gentur føddar og ein drongur. Nú er ein nýggj talva fyri 2020 komin upp á førðideildini.  

 

placeholder
placeholder