Mentan

Hvussu hava pápar í Norðurlondum tað?

Mikudagin 5. februar verður seminar um nýggja norðurlendska frágreiðing um, hvussu pápar í Norðurlondum hava tað. Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug.

2020-01-13 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Pápar í Norðurlondum brúka bara 10-30 prosent av samlað barslinum. Frágreiðingin “State of Nordic Fathers” kannar, hví so er, og vísir á møguleikar at økja lutin hjá pápum í ansing og barsli.

Umframt framløgu av frágreiðingini, fara landsstýrisfólkini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum við ábyrgd av barsilsskipanini, at taka orðið.

Eisini verður pallborð, har embætisfólk úr Norðurlondum fara at umrøða frágreiðingina, og hvussu barsilsskipanirnar eru í sínum landi, og hvørja ávirkan hetta hevur á javnstøðu millum kynini.

Seminarið verður frá kl. 14 til 16 í Norðurlandahúsinum .

Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug.

Les meira her.

- Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder