Innanlands

Tekja rivin í Vági – vegurin stongdur eina løtu

Vindur, brim og høg flóð í morgun

2020-01-14 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðslan gjøgnum høvuðsvegin á Marknoyri í Vági mátti støðgast eina løtu í morgun orsaka av at tveir el-streyrar lógu á vegnum.

Ein tekja reiv av einum verkstaði á Marknoyri, og helst hevur hon tikið el-steyrarnar við sær.

Fráboðanin kom til løgregluna nakað eftir klokkan sjey í morgun. Neyðugt varð at steingja vegin meðan streymførandi leidningarnir vórðu fingnir burtur. Klokkan umleið 8.30 var koyrandi eftir vegnum aftur.

Sagt verður úr Suðuroy, at serliga hvirlurnar eru sera hvassar í morgun.

Aðrastaðni í landinum verður boðað frá nógvum vindi, og eisini er nógv brim at síggja og høg flóð, eitt nú í Vágsbotni í Havn

 

placeholder
placeholder