Fleiri enn 4500 hava roynt skoytubreytina í Klaksvík

Skoytibreytin við Biskopstorg lat upp 7. januar, men hevur bert verið opin í 14 dagar samanlagt orsaka av millum annað ringa veðrinum. Klaksvíkar kommuna boðar frá, at Í miðal hava 375 fólk skoyta um dagin, og at royndartíðin endar sunnudagin

Fyrsta dagin breytin var opin (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta dagin breytin var opin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-14 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Klaksvík er tað beinanvegin vorðið væl umtókt at skoyta. Skoytibreytin lat upp 7. desember, og síðan hava upp ímóti 5000 verið á henni.

Tølini hjá Klaksvíkar kommunu vísa, at fleiri enn 4500 hava skoytað teir 14 dagarnar, sum breytin hevur verið opin. Av tí at jól, og harvið fleiri halgidagar hava verið, og tí at veðrið hevur verið so vánaligt fleiri dagar, hevur breytin ikki verið opin meira enn tvær vikur samanlagt. Í miðal hava 375 fólk um skoyta um dagin.

Í kommuni eru tey vælnøgd við royndartíðina, ið endar nú sunnudagin, 19. januar. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur við heimasíðuna hjá kommununi, at skoytibreytin kann skapa grundarlag undir menning og trivnaði í nýggja miðbýi, og at næsta stig verður at gera undirlagið undir skoytubreytini heilt liðugt.

Kommuna skrivar eisini, at framkomna skipanin, sum samantvinnur sjóhitan og skoytubreytina, hevur eydnast væl. El-útreiðslurnar hava samsvarað við inntøkurnar, sum eru komnar inn, og tí kann staðfestast, at sjóhitaskipanin veruliga hevur rokkið eitt av sínum endamálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder