Innanlands

Túrar til og frá Keypmannahavn avlýstir

Veðrið darvar flogferðsluni í dag

2020-01-14 14:56 Author image
Agnar Prestá

SAS-flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda 12.20, og RC 453 hjá Atlantic, sum skuldi lenda 13.40, vórðu avlýst. Tað førdi eisini við sær, at túrarnir til Kastrup 13.10 (SAS) og 14.30 (Atlantic) vórðu av ongum. 

Ringa veðrið órógvar flogferðsluna í Vágum í dag, eins og so nógvar av døgunum higartil í 2020. 

Tað fóru tó tvey flogfør, eitt til Gran Canaria og eitt til Keypmannahavnar, í morgun, og eftir ætlan lenda tvey ímillum 19.30 og 20.00 - eitt úr Gran Canaria og eitt úr Keypmannahavn.

placeholder
placeholder