Innanlands

Allar leiðir uttan tær í Suðuroy fara í gongd aftur nú

Bussarnir fara at koyra aftur kring so at siga alt landið áleið klokkan 16.00. Ternan siglir bert einaferð afturat í kvøld

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-01-14 15:59 Author image
Agnar Prestá

Allar Bygdaleiðir uttan 700 og 701 byrja at koyra aftur frá umleið kl. 16.00. Hesum boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðu sínari. 

Nógvi vindurin í morgun og ígjøgnum dagin hevur gjørt, at eingin bussur hjá Bygdaleiðum hevur havt koyring.

Ongin busskoyring millum bygda í dag

Nú verður roynt aftur - á øllum leiðum uttan teimum í Suðuroynni.

Syril hevur bert silgt ein túr í dag (av Krambatanga klokkan 11) og siglir aftur klokkan 19 av Havnini.

Ternan siglir bert ein túr bert ein túr afturat í dag: Av Havnini klokkan 20.30.

Eingin sigling er ímillum Sandoynna og Skúvoynna orsaka av veðrinum.

Sí veðrið her




placeholder
placeholder