Innanlands

Lagt upp til stríðsval í Starvsmannafelagnum

Gunnar Hjelm stillar upp móti sitandi formanni

Súni Selfoss og Gunnar Hjelm

Súni Selfoss og Gunnar Hjelm

2020-01-16 11:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Alt bendir á, at tað verður spenningur í luftini á aðalfundinum hjá Starvmannafelagnum, sum verður hin 7. mars í Smæruni. 

Gunnar Hjelm, varaleiðari á ambulansutænastuni, bjóðar seg fram til formanssessin. Hitt valevnið er Súni Selfoss, sum hevur verið formaður í Starvsmannafelagnum seinastu fýra árini. Freistin at bjóða seg fram sum formansvalevni var úti á midnátt í gjárkvøldið.

Gunnar Hjelm er 55 ára gamal og býr í Havn. Hann er varaleiðari á ambulansutænastuni á Landssjúkrahúsinum, og hevur fyrr verið álitismaður og felags álitismaður í Danmark.

Súni Selfoss er eisini 55 ára ára gamal og býr í Sørvági. Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000, tey seinastu fýra árini sum formaður. Súni Selfoss hevur starvast sum útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya.

Tað skulu eisini veljast tveir nevndarlimir á aðalfundinum 7. mars. Freistin at stilla upp til nevndarvalið er 1. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder