Innanlands

43 næmingar byrjaðir á Ítróttaháskúlanum

Av hesum er 14 danir. Næmingarnir hava byrjað skeiðið við at ganga úr Akrabergi til Lopra

Nýggja næmingaliðið á intro-túri (Mynd: Suðurrás)

Nýggja næmingaliðið á intro-túri (Mynd: Suðurrás)

2020-01-17 18:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin byrjaði várskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og tilsamans 43 næmingar byrjaðu á várskeiðnum. Hetta skrivar Suðurrás. Av næminginum eru 14, tað vil siga so gott sum ein triðingur, danir.

Júst tað at ung koma úr øðrum londum at búgva 20 vikur í Vági er ikki óvanligt. Frá byrjan av í 2016 hevur Ítróttaháskúlin hava áhugað uttanlands frá, og næmingar hava seinastu árini verið úr millum annað Ísland, Týskland, Svøríki Ongland og Portugal.

Næmingarnir vóru í vikuni intro-túr, har gingið varð úr Akrabergi til Lopra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder