Mentan

X Factor: Kári vrakaður

Føroyingurin sum í ár var við í X Factor gjørdist ov stuttur

2020-01-17 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At kalla á hvørjum ári er ein føroyingur í donsku sangkappingini X Factor og í ár var var tað 24 ára gamli Kári Fossdalsá av Toftum, sum gjørdi eina roynd.

Tað gekk væl í upptøkuroyndini, og serliga ein av dómarunum, Oh Land, dámdi væl Kára.

- Tað ljóðar so lætt hjá tær, segði hon væl nøgd, eftir framførsluna hjá Kára Fossdalsá.

Men í kvøld skuldu dómararnir gerast samdir um hvørjir ellivu luttakarar skuldi til stólaspæl, sonevnda “5 Chair Challenge”. Her gjørdist Kári Fossdalsá ov stuttur, og var ikki millum tey ellivu í bólkinum eldri enn 23 ár.

Tað er sæð áður, at summi, sum fyrst vórðu vrakaði, verða tikin framaftur, tá bólkar skulu gerast, og tí er ikki vist at vit hava sæð tað síðsta frá toftamanninum í X Factor á hesum sinni.

Her sæst upptøkuroyndin hjá Kára. Upptøkan er frá TV2 Play.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder