Mentan

Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum

Sunnudagin byrjar listaframsýningin við verkum eftir Arnold Vegghamar

2020-01-22 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 26. januar letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við verkum eftir Arnold Vegghamar.

Fernisering verður klokkan 16, og Hilmar Høgenni kemur at røða. Eisini verður tónleikur og lættari ábit, umframt at møguleiki verður at hitta listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 21. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder