Uttanlands

Brexit klárt at seta í verk

Bretland fer úr evropeiska samstarvinum um níggju dagar

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2020-01-23 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir drúgt kjak í langa tíð, er tað nú avgjørt. Í gjár fekk bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, endaliga lógina um brexit samtykta. Tað merkir, at Stórabretland um níggju dagar fer úr ES eftir at hava verið limur í 47 ár.

Lógin var longu samtykt í Undirhúsinum. Men Yvirhusið hevði fleiri broytingaruppskot. Millum annað um rættindini hjá ES-borgarm og børn hjá flóttum. Hesi broytingarynski vórðu tó ikki gingin á møti av konservativa flokkinum hjá Johnson, sum hevur stóran meiriluta.

Nú er bara ein lítil forðing eftir – drotningin.

Tað er ein formalitetur, at Elizabeth drotning skal seta sína undirskrift á brexit-lógina. Tað ger hon møguliga longu í dag.

Og so skal Europatingið eisini góðkenna bretsku útmeldanina – tað hendir væntandi í komandi viku.

Fyri Johnson er talan um ein persónligan sigur. Hann gjørdist forsætisráðharri í fjørsummar við lyfti um at ”get brexit done”. Hann lovaði at fáa enda á stríðnum um EU og spjaðingina, sum tað hevur ført til í Bretlandi.

Kvinnan undan honum, Theresa May, samráddi seg fram til eina loysn saman við ES-nevndini. Men tríggjar ferðir varð hennara uppskot til loysn vrakað í tjóðartinginum. Triðju ferð valdi hon at leggja frá sær.

Sum nýggjur forsætisráðharri valdi Johnson at venda aftur til Brússel og samráðast um eina nýggja avtalu. Og tað fekk hann. Og í desember upplivdi hann ein stóran sigur til konservativa flokkin á valinum til tjóðartingið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder