placeholder
Innanlands

Effo-støðirnar skifta ham

- og heitið ”Fast” verður nú strikað

2020-01-23 10:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stórar broytingar fara fram á støðunum hjá Effo í hesum døgum.

Allar støðirnar kring landið verða dagførdar og heitið ”Fast” fer í søguna. Seinnapartin fríggjadagin letur fyrsta dagførda støðin upp í Saltangará í nýggjum sniði, við betri vøruúrvali og við enn betri umstøðum til viðskiftafólkini.

- Hóast felagið er yvir 100 ára gamalt, er neyðugt at vit áhaldandi menna og styrkja felagið og sambondini við okkara viðskiftafólk, og eru hesar dagføringarnar liður í tí arbeiðinum, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Ein av stóru broytingunum er, at heitið ”Fast” fer í søguna.

- Heitið hevur verið brúkt í 10 ár, men ymiskt er hvussu viðskiftafólkini hava tikið ímóti heitinum. Vit eru eitt og sama felag, og tí hava vit tikið avgerð um at vit frameftir skulu nýta eitt og sama heiti, nevniliga Effo, leggur Janus Thomsen afturat.

Fyrstu dagføringarnar fara fram í Saltangará, Klaksvík og í Skálafirði. Í vár verða so írestandi støðirnar kring landið dagførdar. Eingin støð verður stongd meðan arbeiði fer fram, men møguleiki verður fyri at keypa okkurt smávegis í hølum við síðurnar av sølubúðunum.

Umframt broytingar viðvíkjandi vøruúrvali og øðrvísi umstøðum, so fáa starvsfólkini á støðunum nýggjar búnar. Verandi búnar verða latnir til Reyða Kross, sum samskipar sendingina av landinum, so at teir fara til vælgerandi endamál.

So hvørt sum Effo støðirnar lata upp í nýggja sniðinum, verður kaffi og køka til viðskiftafólkini sum koma á gátt, og nøkur góð tilboð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder