Uttanlands

WHO: Virus ikki ein altjóða heilsuhóttan - enn

Støðan viðvíkjandi Corona-virusinum er seinastu tveir dagarnar viðgjørt í Sveis. Yvir 550 tilburðir vórðu í gjár fráboðaðir

2020-01-24 09:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimsheilsustovnurin hevur havt fund í Geneva í Sveis um støðuna, sum er íkomin, nú eitt nýtt lungnavirus er farið at gera um seg.

Til ber at lesa frágreiðingina frá WHO her

Tað er serliga í Kina, at sjúkan ger um seg, og tað er í kinesiska býnum Wuhan, at smittan byrjaði. WHO boðaði í gjárkvøldið frá, at tað framvegis er óvíst, júst hvør keldan til virusi er, men mest sannlíkt er tað úr einum ílati/brunni, ið verður brúktur av djórum.

Frá í gjár av bar ikki til at ferðast til og frá Wuhan, og sama er galdandi fyri Huanggang, ið liggur 75 kilometrar frá Wuhan. Báðir eru milliónabýir. Nú eru fleiri býir komnir á listan, og í Wuhan verður eitt serligt sjúkrahús gjørt í løtuni, ið skal standa liðugt longu í komandi viku.

Les eisini: Kinesiskir býir stongdir orsaka av smittandi virus

Tølini hjá WHO í gjár vístu, at 4 prosent av teimum útvið 600 smittaðu eru deyð av sjúkuna, og 25 prosent av teimum smittaðu verða álvarsliga rakt. Sambært aðalskrivaranum eru tað fólk, sum frammanundan eru veik, ið doyggja orsaka av Corona-virusinum, ið ikki hevur so sterk sjúkueyðkenni.

Almenn ferðsla er steðgað í fleiri støðum í Kina, nýggjárshald eru avlýst, og mynduleikar royna so væl sum gjørligt at tálma støðuni. WHO boðar frá, at talan er ikki um eina atjóða heilsukreppu enn. Virusi hevur tó eisini rakt fólk í Japan, Suður Korea og í Tailandi. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder