Uttanlands

Noreg fingið nýggja minnilutastjórn

Sjey nýggj fólk í borgarligu stjórnina hjá Ernu Solberg

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2020-01-24 11:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin í dag var norski forsætisráðharrin Erna Solberg á kongsborgini fyri at kunngera nýggju norsku stjórnina.

Stjórnin er umskipað eftir at Fremskrittspartiet mánadagin tók seg úr borgarligu norsku stjórnini.

Les eisini: Minnilutastjórn í Noregi 

Við tað at tað í Noregi ikki kann skrivast út val í úrtíð og Fremskrittspartiet beinanvegin boðaði frá, at tey ynsktu at Erna Solberg heldur fram sum forsætisráðharri, var tað ongantíð nakar ivi um hvussu Noreg verður stýrtfram eftir.

Borgarligu flokkarnir Høyre, Kristeligt Folkeparti og Venstre halda tí fram sum minnilutastjórn.

Nýggju ráðharrarnir í norsku stjórnini eru hesir:

Úr Venstre: Sveinung Rotevatn verður ráðharri fyri umhvørvi og veðurlag og Abid Raja verður ráðharri fyri mentan og javnstøðu.

Úr Høyre: Henrik Asheim verður ráðharri gransking og hægri útbúgvingum, Tina Bru verður olju- og orkumálaráðharri og Geir Inge Sivertsen verður fiskimálaráðharri.

Úr Kristelig Folkeparti: Knud Arild Hareide verður samferðsluráðharri og Linda Hofstad Helleland verður ráðharri fyri útjaðara (distrikt) og talgilding.

Hesir ráðharrar fáa nýggj starvsøki:

Úr Høyre: Jan Tore Sanner verður fíggjarmálaráðharri (var vitanar- og innanríkisráðharri), Torbjørn Røe Isaksen verður arbeiðs- og almannamálaráðharri (var vinnumálaráðharri), Monica Mæland verður løgmálaráðharri (var ráðharri við kommunumálum) og Nicolai Astrup verður ráðharri við kommunumálum (var ráðharri fyri talgilding).

Úr Venstre: Trine Skei Grande verður vitanar- og innanríkisráðharri (var ráðharri fyri mentan og javnstøðu), Iselin Nybø verður vinnumálaráðharri (var ráðharri fyri gransking og hægri útbúgving).

Hesi var úr stjórnini:

Anniken Hauglie úr Hoyre, sum var arbeiðs- og almannamálaráðharri, Ola Elvstuen úr Venstre, sum var veðurlags- og umhvørvisráðharri og so hesir ráðharrarnir umboðandi Fremskrittspartiet: Siv Jensen (fíggjarmál), Sylvi Listhaug (olja og orka), Jon Georg Dale (samferðsla), Jøran Kallmyr (lógarmál), Harald Tom Nesvik (fiskivinna), Ingvill Smines Tybring-Gjedde (samfelagstrygd) og Terje Søviknes (eldramál og fólkaheilsa)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder